Ókeypis – men kostar 3,5 milliónir krónur

– Tað eru 65 fyritøkur, sum rinda fyri, at vit kunnu hava Sjómannadagin ókeypis. Uttan vælvild frá teimum, og øllum teimum 500, ið arbeiða ókeypis, so hevði tiltakið ikki verið, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarum av Sjómannadegnum

Karl Birgir Isaksen

Karl Birgir Isaksen

Umleið 7000 til 8000 fólk hava í dag verið á Sjómannadegi í Klaksvík. Tað, sum eyðkennir tiltakið, er, at alt er ókeypis.

– Vit hava nógvar stuðlar, sum gera, at hetta tiltakið er møguligt. Tað er fantastiskt at hava fleiri virki, sum bakka upp um tiltakið, millum annað JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost. Men eisini Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi og nógvar aðrar fyritøkur. Tær fíggja alt tiltakið. Tilsamans kostar alt umleið 3,5 milliónir krónur, sigur Karl Birgir Isaksen.

Stuðlarnir seta eisini stóran dám á dagin við mati og øðrum tiltøkum av ymiskum slag.

Rúsfrítt familjutiltak

– Sjómannadagar er eitt rúsfrítt familjutiltak. Í fyrstuni var tað fyri sjófólk, men nú er tað fyri alt Føroya fólk. Tað er fantastisk at síggja so nógv fólk, og at síggja so glað fólk. Tað er stuttligt at gleða fólk. Tann sosiali parturin í einum rúsfríum umhvørvi, er nakað, ið vit ynskja skal eyðkenna tiltakið.

Sjálvur ætlar Karl Birgir Isaksen at halda á at skipa fyri tiltakinum.

– Vit ætla at halda á, so leingi fyritøkur vilja stuðla tiltakinum, og so leingi fólk vilja arbeiða ókeypis.  

Eg haldi á, so leingi eg orki og tími. Men um ikki eg, so kann onkur annar gera tað, sigur Karl Birgir Isaksen.


Karl Birgir Isaksen