Ókeypis morgunmatur gagnar innlæringini

Í Danmark fáa nú tilsamans 24 skúlar mat frá Matvørubankanum, og soleiðis kunnu fleiri næmingar byrja dagin við ókeypis morgunmati.

 

 

Myndin er tilvildarlig.

Myndin er tilvildarlig.

 

Í meira enn eitt ár hava næmingarnir á sonevnda Prestagarðsskúlanum Urban í Esbjerg havt møguleikan at eta ókeypis morgunmat á skúlanum. Tilboðið hevur havt eina positiva ávirkan á næmingarnar, og skúlaleiðarin sær fram til, at tilboðið heldur fram og kanska verður útbygt enn meira.

Hvønn morgun kunnu næmingarnir á skúlanum møta eitt sindur fyrr og byrja dagin við ókeypis morgunmati. Hetta tilboð hevur verið galdandi síðan í mars í fjør, og hetta er eitt samstarv, sum skúlin hevur verið Matvørubankan, sum kann lata ókeypis mat til eitt nú skúlar.

Frammanundan var tað soleiðis, at tey á skúlanum sóu, at onkrir næmingar møttu til undirvísing uttan at hava etið morgunmat, og tí tók skúlin upp samstarv við Matvørubankan um ókeypis morgunmat.

- Nú fáa fleiri børn eina góða byrjan upp á dagin, tí tey eta morgunmat, áðrenn skúlatímin byrjar. Næmingarnir eru meira klárir at taka ímóti læru, og tey eru eisini betur uppløgd. Hetta ger tað lættari hjá næmingunum at ganga í skúla og læra.

Tað sigur skúlaleiðarin á Urban, Steffen Lawaetz, við donsku heimasíðuna - www.jv.dk. Hann vísir á, at tað eisini eru næmingar, sum bara koma fyrr í skúla, tó at tey hava matpakka við sjálvi, og soleiðis fáa eisini hesir mæmingarnir eina hugnaliga byrjan upp á dagin.

Matvørubankin, sum letur matin ókeypis, er ein non-profit felagsskapur, sum stríðist móti matoyðsli og matfátækradømi í Danmark. Skúlin rindar bara fyri flutning, sum kostar 10.000 krónur um árið.

Í Danmark fáa tilsamans 24 skúlar mat frá Matvørubankanum, og í Esbjerg kommunu eru bæði Prestagarðsskúlin Urban og Kvaglundskúlin Signatur partur av skipanini.

Maturin, sum Matvørubankin letur, er ymiskar morgunmatarvørur, frukt og mjólk, sum fastir veitarar lata. Talan kann vera um yvirframleiðslu, skaddan pakning ella skeiva merking. Men, hetta er alt góður matur.

- Hetta er matur, sum er fyrsta floks, men sum handlarnir ikki kunnu selja, sigur skúlaleiðarin, Steffen Lawaetz, við www.jv.dk. Hann leggur aftrat, at talan kann vera um allar møguligar matvørur, ið Matvørubankin metir, at skúlin kann brúka.

Í byrjanini var tað bara yngstu flokkarnir í Prestagarðsskúlanum Urban, sum fingu tilboðið um ókeypis morgunmat, men nú er tilboðið galdandi fyri allan skúlan. Í miðal byrja einir 50-60 næmingar av tilsamans 350 dagin við ókeypis morgunmati.

 

 

Myndin er tilvildarlig.