Okkara hevði minsta hallið í 10 ár

Men kortini valdu eigararnir at gevast og lata kappingarneytan keypa bryggjaríið

 

Ársúrslitið hjá bryggjarínum Okkara fyri 2019 var eitt hall upp á 327.000 krónur. Tað er heldur frægari enn árið fyri, tá hallið var 600.000 krónur. Árini frammanudnan lág hallið um tríggjar milliónir krónur. Einasta árið við positivum úrsliti var í 2014, tá felagið hevði 894.000 krónur í yvirskoti.

Tilsamans hevur Okkara havt hall upp á 19,9 milliónir, síðani fyrsta roknsskap felagsins í 2010.

Bruttovinningurin í fjør var 3,1 millión krónur í mun til 2,2 árið fyri. Starvsfólkakostnaðurin var 3,4 milliónir krónur í mun til 2,9 í 2018.

Eginpeningurin hjá bryggjarínum er negativur, minus 3,1 millión krónur. Langfreistaða skuldin er 8,4 milliónir krónur.

Sambært Einari Waag, stjóra á Føroya Bjór, fekk hann eitt tilboð, sum hann ikki kundi siga nei til, tá fyrrverandi eigararnir komu til hansara. Hann sigur, at hann keypti, tí at fyrrverandi eigararnir góvu skarvin yvir – uttan at vilja upplýsa keypsprísin.

– Tað kom ein og segði við okkum: »Take it or leave it«. Og so keyptu vit, segði Einar Waag í síðstu viku.

Hann sigur, at bryggjaríini fara at vera rikin hvør sær og í kapping.

– Vit fara nú at royna at gera gott øl í báðum støðum, og við góðum fólkum, so eigur tað at bera til. Grundarlagið hjá okkum er, at bryggjaríini skulu kappast. Kanska fara vit at halda eyguni við, at góðskan hjá Okkara er í lagi. Men tað skal koyra sum eitt púra sjálvstøðugt felag, sigur Einar Waag at enda.

Ársroknaskapurin hjá Okkara kann lesast á vinnuvitan.biz