Okkara hevur fingið nýggjan stjóra

Atli Mikkelsen tekur við eftir Petur Petersen

Tað verður Atli Mikkelsen, ið frmyvir skal standa á odda fyri ølbryggjaríið Okkara. Hetta sæst á yvirliti hjá Skráseting Føroya, har skrásetingar av fyritøkum verða dagførdar.

Higartil hevur Petur Petersen annars verið stjóri, og hann hevur staðið fyri dagliga rakstrinum av av Okkara seinastu nógvu árini. Hann hevur tó sagt upp, og nú er nýggi stjórin funnin.

Tað eru sanniliga nýggjar tíðir í Okkara. Føroya Bjór keypti nevniliga Okkara síðst í juni, men ætlanin er sum skilst at reka fyritøkurnar sum tvey ymisk virki.

Nevndin í Okkara er eisini skift út, sæst í skrásetingini.

Innkomnir í nevndina eru Karsten Hansen, Søren Antoft og Hans Andrias Midjord. Farnir úr nevndini eru Óli Meinertsson Hansen, Niels Heini Mortensen, Thomas Hans Dam, Høgni Guðlaukur Weikert Jensen og Regin Weihe Dalsgaard.