Okkurt er á veg úr eini aðrari sólskipan

Ein lutur er nú á veg úr einari aðrari sólskipan og á veg inn í innara part av okkara sólskipan.

Halastjørnan, sum nú er á veg úr einari aðrari sólskipan, verður nærmast jørðini hin 30. desember.

Halastjørnan, sum nú er á veg úr einari aðrari sólskipan, verður nærmast jørðini hin 30. desember.

 

Norska kringvarpið NRK veit at siga, at ein ókendur lutur - ella halastjørna - nú er á veg úr aðrari sólskipan og inn í okkara sólskipan. Stjørnufrøðingar hava seinastu dagarnar fylgt lutinum við sínum stjørnukikarum, og nú eru teir vísir í, at luturin er á veg higar úr einari aðrari skipan úti í tí stóru rúmdini.

Ferðin, sum luturin hevur, er 150.000 kilometrar um tíman í mun til sólina, men kortini tekur tað langa tíð at ferðast inn í okkara sólskipan - ja, tað tekur nakrar mánaðir.

Luturin hevur fingið navnið C/2019 Q4 (Borisov), og tað merkir, at hann er flokkaður sum halastjørna. Navnið hevur eisini tilknýti til, at tað er ein maður úr Ukraina, Gennady Borisov, ið var fyrstur at boða frá hesum.

Tað hevur verið ávís óvissa um lutin, men seinastu dagarnar eru stjørnufrøðingar vorðin vísir í, at talan er um eina fremmanda stjørnu. Stjørnufrøðingar, sum hava tilknýti til stóra stjørnukikaran á Kanarisku Oyggjunum, Gran Telescopio Canarias, síggja eisini lutin, sum nú nærkast okkara sólskipan.

Tað hevur verið trupult at eygleitt halastjørnuna, tí sólin í okkara skipan partvís skuggar fyri, og tað er bara í einar 20 minuttir um samdøgnið, at stjørnufrøðingar hava møguleikar at síggja lutin.

Tó verður tað lættari, sum tíðin gongur, at síggja stjørnuna, sum er á veg hendavegin.

##med2##

Sambært NRK er Gennady Borisov amatørur innan stjørnufrøði, men tað var kortini hesin maðurin, sum hin 30. august í ár legði merki til halastjørnuna, og nú eru so stjørnufrøðingar vísir í, at luturin kemur úr einari aðari sólskipan.

Sagt verður, at halastjørnan verður nærmast sólini millum 7. og 10. desember í ár, og hon verður nærmast jørðini hin 30. desember. Lagt verður aftrat, at stjørnan, sum nú er á veg úr einari aðrari sólskipan, verður nógv nærri mars enn jørðini, og ferðin fer at økjast, tá hon kemur inn í okkara sólskipan.

 

 

 

Halastjørnan, sum nú er á veg úr einari aðrari sólskipan, verður nærmast jørðini hin 30. desember.

Gennady Borisov úr Ukraina er amatørur innan stjørnufrøði.