Ovurfiti roknast sum annað likamligt brek

Mannarættindadómstólurin skal nú gera av, um ovurfiti kann roknast sum brek.

Málið stavar upprunaliga úr Danmark, har námsfrøðingurin Karsten Kaltoft bað rættin taka støðu til, um tað var í lagi, at hann bleiv koyrdur úr arbeiði, tí hann var ov feitur.

 

Karsten Kaltoft vigaði tá 165 kilo. Arbeiðsgevari hansara bjóðaði sær til at gjalda honum fyri viðgerð, so hann kundi sleppa av við eitt sindur av vektini heldur enn at missa arbeiðið. Endin varð tó, at eftir 15 ára arbeiði sum námsfrøðingur bleiv hann sagdur upp við teirri grundgeving, at barnatalið var minkandi. Hinvegin stóð einki um, hví júst hann skuldi missa arbeiðið. 

 

Danski rætturin valdi at leggja málið fyri Evropiska Mannarættindadómstólin. Málið hevur vakt stóran ans, tí úrskurðurin hjá dómstólinum er bindandi fyri ES-londini. Verður niðurstøðan, at ovurfiti er at rokna sum likamligt brek, kann tað millum annað fáa tær avleiðingar, at ovurfeit fólk hava rætt til eitt nú egin bilpláss uttan fyri arbeiðsplássið og serliga útgerð inni á skrivstovuni, sigur bretska kringvarpið BBC.