Ókrýndi Fleggaard-kongurin er deyður

- Tá keypisjúkir danir koyra leiðina suður um markið til Týsklands at keypa, hevur tað ofta verið í einum av handunum hjá Fleggaard.

 

Myndir: Claus Fisker/Scanpix

Myndir: Claus Fisker/Scanpix

 

Nógvir føroyingar, sum hava vitjað í Suðurjútlandi um sumrarnar, hava eisini verið sunnan fyri týska markið og keypt.

Í dag skriva donsk bløð, at Hans Frede Fleggaard, sum var hin ókrýndi kongurin hinumegin markið gjøgnum áratíggjur, er deyður.

Tað var í gjár, leygardagin, at hann sovnaði burtur, eftir at hava havt fleiri blóðtøppar í heilanum. Tað upplýsir fyrisitingarstjórin í Fleggaard, Jens Klavsen. 

- Tað er við stórari sorg, at eg vegna familjuna Fleggaard kann vátta, at Hans Frede Fleggaard er deyður, 85 ára gamal.

##med2##

Donsk bløð skriva, at Hans Frede Fleggaard gjøgnum ára tíggjur hevur "lokkað" danir suður um markið at keypa, og í nógv ár hevur hann gjørt sær dælt av, at týska meirvirðisgjaldið hevur verið lægri enn tað danska.

- Tá keypisjúkir danir koyra leiðina suður um markið til Týsklands at keypa, hevur tað ofta verið í einum av handlunum hjá Fleggaard, verður lagt aftrat.

 

 

Myndir: Claus Fisker/Scanpix