Olaf heiðraður sum besti mannligi høvðusleikari

Cphculture.dk hevur kosið Olaf Johannessen sum vinnara av bestu framførslu millum mannligu høvðusleikararnar í Danmark

Føroyski sjónleikarin Olaf Johannesen hevur vunnið virðislønina fyri tveir leiklutir fyri leikárið 2019/20 :

Annar er høvuðsleikluturin sum Cyrano de Bergerac á tí Kongaliga Teatrinum í leikinum við sama heiti eftir franska rithøvundan Edmond Rostand.

Leikurin er eitt stórt klassiskt verk, sum er skrivað upp á rím. Tað var Katrine Wiedeman, sum leikstjórnaði leikinum, ið var stórliga fagnaður, tá hann gekk á heysti 2019 og um veturin 2020.

Hin leikluturin, sum Olaf er heiðraður fyri, er leikluturin sum annar av tvillingunum í leikinum Det Store Stilehæfte á Husets Teater á vetri 2020. Jens Albinus hevur gjørt Det Store Stilehæfte til leik út frá skaldsøguni við sama heiti eftir Agota Kristof. Pernille Kragh var dramaturgur. Jens Albinus leikstjórnaði eisini leikinum, meðan Maria Bouras og Marita S. Dalsgaard vóru ráðgevandi leikstjórar.

Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í felag eisini nomineraðir til ein Reumert fyri besta mannliga høvðusleiklut fyri tvillingaparið.

Harumframt er leikurin sjálvur eisini nomineraður til ein Reumert sum ársins leikur leikárið 2019/20