Ólavsøkan skal ikki órógvast av mótmælum

Týskir felagsskapir ætla sær til Havnar á ólavsøku at mótmæla grindadrápi, men teir mugu út um miðbýin við sínum mótmæli, sigur løgreglan

Tað sleppa ongir felagsskapir at órógva ólavsøkuna við mótmælum ímóti grindadrápi.

Tað sigur Peter Thaysen, Chefpolitiinspektørur við Sosialin í gjár.

 

Tveir týskir felagsskapir, ProWal og Wdsf, hava boðað frá, at teir ætla sær til Føroyar tann 29 juli at skipa fyri mótmæli í Havn ímóti grindadrápi.

Tað er ikkiav tilvild, at teir koma akkurát 29. juli, tí teir vita fullvæl at tað er okkaratjóðarhátíð.

 

Les eisini: Sleppa ikki til Føroya at oyðileggja ólavsøkuna

 

Peter Thaysen sigur við Sosialin, at útgangsstøðið er, at øll hava grundlógartryggjaðan rætt at savnast á almennum plássum, uttan at biðja um loyvi til tað.

 

- Men eru onnur atlit at taka, eitt nú trygdaratlit av ymsum slagi, kann løgreglan vísa teimum til ávís støð at savnast á.

 

- Í hesum førum vildu vit sagt, at allur miðbýurin í Havn, ella alt ólavsøkuøkið yvirhøvur, er eitt økið, har tað ikki ber til at hava onnur tiltøk enn tey, ið hoyra ólavsøkuni til.

 

- Sostatt mugu vit í hesum førum vísa mótmælisfólkinum á støð sum liggja langt burtur frá miðbýnum, at mótmæla á.

 

- Tað kundi verið í Hoyvík, á Argjum, ella á oljubryggjuni á Vestaruvág, fyri at nevna trý dømi, sigur Peter Thaysen.