Ole og Ann-Dorith Nattestad stuðla B71

Tað verður Sandoy Seafood, sum verður høvuðsstuðul hjá B71, har børn og ung eingi leikaragjøld skulu rinda fyri at íðka ítrótt tey næstu árini.

 

 

Børn vísa fram nýggju leikarabúnarnar. Á myndini er eisini Karl Vidtfeldt, formaður.

Børn vísa fram nýggju leikarabúnarnar. Á myndini er eisini Karl Vidtfeldt, formaður.

 

Í gjárkvøldið helt B71, sum er stovnað í 1970, sín aðalfund nummar 50.

Á fundinum varð kunngjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul árini 2020 til 2022. Høvuðsstuðul eru hjúnini, Ole og Ann-Dorith Nattestad, umboðandi Sandoy Seafood.

Tey verða soleiðis høvuðsstuðlar hjá 1. deild (monnum) og 1. deild (kvinnum) frá 2020 til 2022. Á aðalfundinum varð kunnað um, at hjúnini eisini ynskja at stuðla felagnum sum heild og soleiðis eisini barna-og ungdómsarbeiðnum hjá B71.

Sandoy Seafood, sum hjúnini varða av, letur tí stuðul til felagið, umframt at tey gjalda leikaragjøld fyri allar íðkandi barna-og ungdómslimir hjá Sandoyar Ítróttarfelag (B71) í sáttmálaskeiðnum.

Á aðalfundinum í gjárkvøldið kundi B71 tí boða frá, at børn og ung eingi leikaragjøld skulu gjalda fyri at íðka í felagnum tey næstu árini.

Børn vísa fram nýggju leikarabúnarnar. Á myndini er eisini Karl Vidtfeldt, formaður.