Skal ikki vera loyvt at neyðtaka djór

Djóraverndarfelagið krevur, at djóraverndarlógin verður broytt sum skjótast.

- Við at skriva undir, hjálpir tú okkum at deila boðskapin so langt og vítt sum møguligt, sigur Djóraverndarfelagið.

- Við at skriva undir, hjálpir tú okkum at deila boðskapin so langt og vítt sum møguligt, sigur Djóraverndarfelagið.

- Veitst tú, at zoofili ikki er ólógligt í Føroyum? Zoofili er neyðtøka av einum djóri.

 

Tað sigur Djóraverndarfelagið, sum hevur lagt skriv út á almenn støð, har fólk hava høvi at skriva undir og stuðla sjónarmiðjum felagsins.

 

- Veitst tú, at beint nú hevur ein hundur tað ordiliga ringt?

 

Soleiðis ljóðar ein annar spurningur í brævinum, sum er lagt út saman við arkinum, har fólk kunnu skriva undir og mótmæla.

 

Í brævinum reisir Djóraverndarfelagið eisini aðrar spurningar, eitt nú hendan:

 

- Veitst tú, at beint nú eru fleiri tropiskir fuglar í Føroyum, sum ongantíð sleppa at flúgva?

 

Lagt verður aftrat í skrivinum, at í djóraverndarlógini í Føroyum stendur einki um, hvussu stórt eitt búður skal verða.

 

- Hetta hendir í Føroyum í 2015. Vit ynskja djóraverndarlógina broytta sum skjótast. Nei, vit krevja hana broytta!

 

Djóraverndarfelagið vísir á, at øll kunnu gera mun.

 

- Við at skriva undir, hjálpir tú okkum at deila boðskapin so langt og vítt sum møguligt, sigur felagið.