Oljutunnirnar í Mykinesi farnar í søguna

Nú verður ikki longur neyðugt at flyta oljutunnur út til Mykinesar

Fyrsta húsið í Mykinesi fær olju frá nýggja oljubilinum í oynni. Mynd: Sørvágs Kommuna

Fyrsta húsið í Mykinesi fær olju frá nýggja oljubilinum í oynni. Mynd: Sørvágs Kommuna

Á sumri í fjør varð formlig avtala nevnliga gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.

Í avtaluni vóru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdini.

Nú er tað komið hartil, at arbeiðið er liðugt og Mykinesfólk kunnu fáa olju koyrda til hús og pumpaða í tangan uttan at brúka oljutunnur.

Tað er ein søguligur dagur og verður ein stórur lætti hjá mykinesfólki, skrivar Sørvágs Kommuna á heimasíðu sínari.

Fyrsta húsið í Mykinesi fær olju frá nýggja oljubilinum í oynni. Mynd: Sørvágs Kommuna