Ólógligt at hava telefonina í hondini í bilinum

Síðan á middegi í gjár, tá nýggjar reglur komu í gildi í Danmark, hevur danska løgreglan givið 102 bilførarum klipp í koyrikortið.

 

 

Fyrsta samdøgnið við nýggju reglunum gav løgreglan 102 bilførarum klipp í koyrikortið.

Fyrsta samdøgnið við nýggju reglunum gav løgreglan 102 bilførarum klipp í koyrikortið.

 

Stívliga eitt samdøgur eftir, at nýggj lóg er komin í gildi í Danmark, har bilførarar fáa klipp í koyrikortið, um teir verða avdúkaðir fyri at hava hondina á telefonini, hevur danska løgreglan gjørt upp, hvussu hetta fyrsta samdøgnið hevur verið.

Sambært tølum hjá løgregluni eru bilførarar í Norðurjútlandi slopnir best og bíligast, tí her eru fæst klipp givin í koyrikortið. Nýggi reglurnar eru, at bilførarar, umframt at fáa bót, eisini kunnu fáa klipp í koyrikortið. 

Tilsamans hevur løgreglan síðan á middegi í gjár givið 102 bilførarum klipp í koyrikortið, og av hesum eru bert tveir bilførarar í Norðurjútlandi. Tískil er Norðurjútland tann landslutur í Danmark, sum higartil er sloppin best.

Sambært donsku løgregluni eru tølini eisini smá á Fjóni og á Bornholm. Flestu klippini eru hinvegin givin í Keypmannahavn, 25 í tali - og síðan kemur Suðurjútland, har 13 bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið fyri brot á nýggju regluna.

 

 

Fyrsta samdøgnið við nýggju reglunum gav løgreglan 102 bilførarum klipp í koyrikortið.