Tað treingist í toppinum hjá FCK

Fótbóltur: Todi Jónsson fer ikki við landsliðnum á venjingarlegu. Um somu tíð skal FCK luttaka í kapping júst í Spania, har Todi og seks aðrir fara at kappast um pláss í álopinum

Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá Allan Simonsen og hansara menn seinna partin av februar fara á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Men tað er rættuliga sannlíkt, at Todi verður í Spania um somu tíð, sum landsliðið verður har.

Ein ørgrynna av fótbóltsliðum úr norðaru pørtunum í Europa eru vanliga suðuri...