Onga viðmerking til drápsmál

Løgreglan vil ikki gera viðmerkingar til drápsmálið frá 2012.

Fyrr í dag komu tíðindi um, at ein ungur maður er handtikin í einum drápsmáli frá 2012, men løgreglan vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.

Lesið eisini: Maður handtikin fyri manndráp

Málið snýr seg um eina 16 ára gamla gentu, sum varð funnin í sjónum við Hvannasund á vetri í 2012. Eftir líkskoðanina, vóru eingin tekin um illgrunasamar umstøður í samband við deyðan hjá henni.

Tá ið drongurin hjá henni varð skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli í 2013, tyktist ivi at vera sáddur um deyðan hjá gentuni, og løgreglan gjørdi av at grava líkið upp aftur. Seinna líkskoðanin kom tó til somu niðurstøðu, at gentan ikki hevði verið fyri nøkrum ágangi.


Málið tikið uppaftur

Í august í fjør varð síðani heitt á fólk, sum møguliga høvdu sæð ella hoyrt nakað viðvíkjandi málinum, um at seta seg í samband við løgregluna. Løgreglan segði longu tá, at hon skuldi taka støðu til hvørt ákæra skuldi reisast í móti einum 23 ára gomlum manni, sum í juli varð skuldsettur fyri morðið.

Í dag kom síðani eitt tíðindaskriv frá løgregluni um, at ein ungur maður varð handtikin í sambandi við drápsmálið, og skal grundlógarhoyrast í morgin.

In.fo hevur verið í sambandi við løgregluna, sum ikki ynskir at gera viðmerkingar til málið.