Ongantíð seldir so nogvir Tesla

Ein sterkur fjórði ársfjórðingar í fjør gav Tesla bestu sølu av elbilum nakrantíð.

Tesla hevur í farni ári havt úr at gera við framleiðsluni, tá met nógvir bilar vórðu framleiddir. (Arkivfoto) - Foto: Hector Retamal/Ritzau Scanpix

Tesla hevur í farni ári havt úr at gera við framleiðsluni, tá met nógvir bilar vórðu framleiddir. (Arkivfoto) - Foto: Hector Retamal/Ritzau Scanpix

Tann amerikanski bilaframleiðarin Tesla hevur í 2019 havt mest at gjørt nakrantíð.

Tilsamans fyri árið framleiddi Tesla 367.500 elbilar. Tað er higartil hægsta talið upp á eitt ár, upplýsti felagið í gjár.

Í mun til árið fyri var talan um ein vøkstur upp á 50 prosent.

– Vit vilja fegin takka kundum okkara, starvsfólkum. veitarum, partaeigarum og stuðlum, sum hava gjørt tað møguligt at røkka enn einum metári, skrivar Tesla í boðunum.

Bara í fjórða ársfjórðingi í 2019 framleiddi Tesla næstan 105.000 elbilar, sum sambært Tesla var hægsta tal fyri ein ársfjórðing nakrantíð.

Í sama ársfjórðingi setti felagið eitt annað met, tá tað vórðu framleiddir 112.000 elbilar. Tað var harvið betri enn greinarar, sum fylgja felangum og partabrævinum, høvdu væntað.

Greinararnir væntaðu sambært Bloomberg News, at felagið fór at selja og framleiða 103.679 elbilar.

Tað var serliga sølan av Tesla Model 3, sum tryggjaði stóra talið fyri ársfjórðingin.

Felagið lat 92.550 Model 3-bilar í tíðarskeiinum mótvegis teimum 86.280, sum greinarar høvdu væntað.

Partabrævið hjá felagnum hækkaði eitt sindur meira enn trý prosent, samstundis sum partabrævamarknaðurin í miðal fall eitt sindur vegna órógvið av støðuni millum Iran og USA.

Saman við talinum av seldum elbilum fyri í fjør upplýsir Tesla, at felagið arbeiðir við at styrkja framleiðsluna í framtíðini.

– Vit halda fram við at ætlanunum um at víðka framleiðsluna bæði í USA eins og nýggju verksmiðju okkara í Shanghai, skrivar Tesla í fráboðanini.

Fyrr hevur Elon Musk, aðalstjóri og medstovnari av Tesla, eisini sagt, at felagið ætlar at lata upp eina verksmiðju í Týsklandi.

Tað hevði verið fyrsta verksmiðja felagsins í Evropa.

 

/ritzau/

Tesla hevur í farni ári havt úr at gera við framleiðsluni, tá met nógvir bilar vórðu framleiddir. (Arkivfoto) - Foto: Hector Retamal/Ritzau Scanpix