Ongantíð verið so ríkur sum nú

Sambært norska blaðnum Kapital eigur Tom Hagen nú virðir fyri tvær miljardir norskar krónur.

 

- Eg var 40 ár, hevði nógvar pengar og hevði hug at royna okkurt nýtt, hevur Tom Hagen sagt.

- Eg var 40 ár, hevði nógvar pengar og hevði hug at royna okkurt nýtt, hevur Tom Hagen sagt.

 

Tv2.no veit at siga, at norski miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, hevur ongantíð verið so ríkur sum nú.  Hann er nevniliga á einum lista í Noregi yvir 400 av landsins ríkastu fólkum, og her er hann nú nummar 169. Fíggjarblaðið - Kapital - veit at siga, at ognirnar hjá norðmanninum nú eru á tvær miljardir norskar krónur.

Tom Hagen hevur verið ein dugnaligur vinnulívsmaður, sum hevur verið lítið at sæð og hoyrt í almenna rúminum - heilt til kona hansara sporleyst hvarv úr heiminum hjá hjúnunum hin 31. oktober í 2018. Síðan henda dag hevur eingin hvørki hoyrt, ei heldur sæð nakað til hana. Eingin veit, hvar hon er, og eingin veit, um hon er livandi ella deyð.

Nú er so maður hennara og miljarderurin, Tom Hagen, skuldsettur í málinum, tí løgreglan heldur upp á, at hann hevur beint fyri konu síni - ella, at hann hevur verið viðvirkandi til, at konan er beind av vegnum. Løgreglan heldur nevniliga, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin í heiminum í Lørenskog, har miljarderurin hevur verið útihýstur seinastu mánaðirnar, men nú er sloppin heimaftur.

Tom Hagen sigur, at hann er ósekur, og hann hevur alla tíðina sagt, at hann ongan leiklut hevur í, at kona hansara er burtur. Hvørki tey trý vaksnu børnini hjá hjúnunum, ei heldur systkini hjá Tom Hagen, sum eru fleiri í tali, siga seg duga at ímynda sær, at miljarderurin stendur aftan fyri brotsgerðina ímóti Anne-Elisabeth Hagen.

Tað, sum serliga hevur gjørt norðmannin so ríkan, er ognarparturin hjá honum í einum felag, sum kallast Holding 2. Tom Hagen hevur - javnt, samt og støðugt - megnað at bygt upp sínar ognir. Í 1999 var hann nummar 400 á listanum yvir ríkastu fólk í Noregi, og tá vóru ognirnar hjá honum mettar til 550 miljónir norskar krónur. Í meira enn 20 ár hevur hann verið á listanum yvir ríkastu fólk í Noregi.

Tom Hagen hevur bygt sítt vinnulívsvirksemi á keyp, sølu, útleigan, men tað eru serliga íløgurnar, hann gjørdi í Elkraft í 1990, sum hava gjørt hann so múgvandi. Um eitt holdingfelag eigur hann nevniliga 70 prosent av felagnum Elkraft, sum keypir og selur streym. Privat eigur miljarderurin eisini eina smáttu í Kvitfjell, og hann eigur húsini við Sloraveien 4 í Lørenskog. Harumframt eigur hann nógvar aðrar ognir.

Sum nýútbúgvin verkfrøðingur búsetti Tom Hagen seg í Gran, norðan fyri Oslo. Hann starvast sum verkfrøðingur innan byggitænastur, og kona hansara starvaðist tá sum hjálparrøktari.

- Eg livdi av ómaksløn, og eg sá, at eg gjørdi fólk múgvandi. Eg tjenti nakrar hundraðtúsund krónur, og tey tjentu miljónir. Hetta førdi til, at eg gjørdi av at fara og byggja sjálvur, segði Tom Hagen einaferð við fíggjarblaðið, Kapital.

Hjúnini, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, fluttu til Lørenskog í 1982, og her búðu tey, til Anne-Elisabeth Hagen hvarv fyri skjótt tveimum árum síðan.

##med2##

Undir kreppuni í byrjanini av nítiárunum vóru fáir íløgumøguleikar í Noregi. Men, við 60 miljónum norskum krónum í reiðum peningi og næstan ongari skuld gjørdi Tom Hagen av at satsa í Lillehammer-økinum, sum høvdu olympisku vetrarleikirnar í 1994.

- Eg var 40 ára gamalur, hevði nógvar pengar og hevði hug at royna okkurt nýtt. Miljardaíløgur vórðu gjørdar í undirstøðukervið í økinum, og mín hugsan var, at hetta fór at økja virðini í Lillehammer.

Men, her mistók Tom Hagen seg. Eftir at hava gjørt íløgur fyri einar 200 miljónir norskar krónur í Lillehammer og Kvitfjell, fór at ganga niður á bakka í økinum. Hann bjargaði sær tó undan húsagangi við at selja burtur av sínum ognum.

Eftir niðurgongdina í Lillehammer, hevur tað næstan bara gingið fram eftir hjá Tom Hagen, og sum tíðin leið kundi hann selja burtur av sínum ognum í økinum fyri fleiri hundrað miljónir krónur. Stóri gullfuglurin hjá honum er Elkraft, har Tom Hagen í nítiárunum keypti 70 prosent av virkseminum, sum hevur havt risastór avlop.

Í dag gevur Elkraft umleið helmingin av inntøkunum hjá Tom Hagen, og restin stavar frá leigu av bygningum til vinnulív, umframt ymiskum fíggjaríløgum í fastognir. Miljarderurin eigur nógvar fastognir, og millum hesar eru eitt nú eitt hotell í Kvitfjell, har hann eisini hevur bygt og selt fleiri smáttur og summarhús.

- Eg var 40 ár, hevði nógvar pengar og hevði hug at royna okkurt nýtt, hevur Tom Hagen sagt.

Tom Hagen sum ungur og nýútbúgvin verkfrøðingur.