Ongar ábendingar um at arbeiðsloysið fer at veksa í næstum

Nakrar vinnugreinar eru »desperatar« eftir starvsfólki

Tað hevur ongantíð verið so lítið arbeiðsloysið í Føroyum, sum tað er nú. Tað staðfestir stjórin á Als, Magni á Deild Olsen, við FM1.

 

Les meiri her: Bara ein persónur arbeiðsleysur í Sandoynni

 

Tað eru bara beint oman fyri 150 fólk, sum fáa arbeiðsloysistuðul, og so lágt hevur talið aldrin verið áður.

Hann sigur, at tað eru vinnugreinar, sum eru heilt »desperatar« eftir arbeiðsmegi, sum hann tekur til.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann onga ábending sær um á, at arbeiðsloysið fer at veksa nakað nevnivert aftur hesa næstu tíðina