Ongar íbúðir á Frúutrøð

Gamli skúlin á Frúutrøð, sum seinastu árini hevur hýst Musikkskúlanum, skal nú nýtast til Tórshavnar býarsavn.

Her á Frúutrøð ætlaði Tórshavnar kommuna at byggja íbúðir. Tann ætlanin er nú slept, og Tórshavnar Býarsavni fer nú at húsast í gamla skúlanum

Her á Frúutrøð ætlaði Tórshavnar kommuna at byggja íbúðir. Tann ætlanin er nú slept, og Tórshavnar Býarsavni fer nú at húsast í gamla skúlanum

Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn í Degi og Viku í gjárkvøldið. Har kom fram, at Tórshavnar býarsavn skal hava til húsa har – savnið, sum eisini skal hýsa savninum hjá Birgari Johannesen, sum hann læt Tórshavnar kommunu fyri hálvum øðrum ári síðani.

Men ætlanin hevur verið at byggja íbúðir á Frúutrøð, har tveir gamlir skúlabygningar standa.

Men tann ætlanin er nú slept.

– Vit bjóðaðu íbúðarætlanina á Frúutrøð út, men eingin bjóðaði upp á tað. So vóru vit eisini í samstarvi við Bústaðir, men nú eru Bústaðir komnir í ta støðu, at eingin fígging er til at byggja bústaðir í løtuni, segði Annika Olsen í Degi og viku.

Tað er nýggja samgongan, sum Annika Olsen er parlamentariskt grundarlag undir, tó at hon í løtuni er í farloyvi, sum hevur broytt fortreytirnar hjá Bústøðum, sum ikki sleppa at taka upp lán. Tí ber í staðin til at hýsa býarsavninum í gamla skúlabygninginum.

– Vit skulu brúka hølini til nakað skilagott, og tað verður mett, at hølini eru vælegnað til eitt býarsavn, segði Annika Olsen.

Hon upplýsti, at býarsavnið í skúlanum á Frúutrøð letur upp í vár í sambandi við stórfingna framsýning um, at 75 ár eru síðani seinni heimsbardagi endaði.

 

 

Her á Frúutrøð ætlaði Tórshavnar kommuna at byggja íbúðir. Tann ætlanin er nú slept, og Tórshavnar Býarsavni fer nú at húsast í gamla skúlanum

Ætlanin var at byggja íbúðir á Frúutrøð, men eingin hevur bjóðað seg fram, uttan Bústaðir, sum kortini ikki kunnu byggja, tí landsstýrið noktar teimum at læna pengar

Fyri hálvum øðrum ári síðani lat Birgar Johannesen Tórshavnar býráð lutirnar, sum hann hevur savnað seinastu hálvu øldina