Onki hald í meiningini - Johan Dahl

Tað er skelkandi at ein fólkavaldu løgtingslimur ikki er betur vitandi. Og at hesin sami, setur niður á eitt av fáu tingunum, ið hevur klára allar kreppur, ið hava skola inn yvir Føroyar í áratíggjur.

At nevndin í SEV er mannað við kommunal polittikkarum er ikki nakað nýtt, og kemur ikki sum nakað yvirraskilsi hjá okkum flestu. SEV undir leiðslu av kommunalpolittikarum hevur klára at riðið allar kreppur av sær við glans. Tað fer SEV fram yvir eisini at gera og fer at gera so longi, at tað eru kommunalpolittikkarir, við hjarta á rætta stað, ið leiða SEV.

Tá Johan Dahl peikar eftir SEV og kommunalpolittikarum, so peika fleiri fingrar inn eftir. móti Johan Dahl sjálvum. So tað er neyvan sømuligt at peika ?

Flest allir kommunal polittikkarir eru sera dugnaligir og kundi Johan Dahl og onnur við honum lært nógv av hesum.

Eitt, ið øll kundu lært er: If it ain´t broken don´t fix it.

Vinaliga

Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík
Streymbrúkandi
Samfelagsborgari
Bygdarráðslimur í Hvalbiar Sóknar Kommunu                                                   Nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag
Fyrrverandi varaborgarstjóri í Hvalbiar Sóknar Kommunu 2009 - 2012
Fyrrverandi 1. Varatinglimur fyri Sambandsflokkin 2011 - 2015
Fyrrverandi nevndarlimur í SEV 2009 - 2011