Onki tjóðleikhús á Skálatrøð uttan at parkeringspláss eru gjørd fyrst

Annars heldur hann slett ikki at Tjóðleikhúsið skal vera á Skálatrø yvirhøvur

 

 

Soleiðis hava tey hugsað sær at Skálatrøð fer at síggja út, tá ið tjóðleikhúsið er bygt

Soleiðis hava tey hugsað sær at Skálatrøð fer at síggja út, tá ið tjóðleikhúsið er bygt

Tað skal einki tjóðleikhús gerast á Skálatrøð fyrr enn eitt parkeringshús er bygt fyrst. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Hann sigur, at trotið á parkeringsplássum er ein ovurstórur trupulleiki í Havn, tí tað er alt ov fá parkeringspláss í Havnini.

Tí fer hann ikki at taka undir við at byggja nakað tjóðleikhús á Skálatrøð, fyrrenn eitt parkeringshús, við nógvum parkeringsplássum, er bygt fyrst.

Tað er so stór neyð á parkeringsplássum, at vit tola ikki at missa eitt tað einasta parkeringspláss - heldur ikki í eini fyribilstíð ímeðan eitt tjóðleikhús verður bygt.

Tað hevur annars ligið í kortunum, at verður eitt tjóðleikhús bygt á Skálatrøð, skal trupulleikin við parkeringsviðurskiftunum eisini loysast.

Men tað Bogi Andreasen sigur, er sostatt at parkeringsviðurskiftini skulu ikki loysast samstundis sum tjóðleikhúsið verður bygt.

– Tey skulu verða loyst áðrenn, tí verða fleiri parkeringspláss tikin tá ið Skálatrøð verður eitt byggipláss í sambandi við tjóðleikhúsið verður bygt, hórar handilsvinnan ikki undan, tí tað tolir hon ikki, sigur hann.

Hann sigur, at talan kann vera um eitt parkeringshús undir liðini á tjóðpallinum, men talan kann eisini vera um at at gera parkeringspláss undir jørð, ella ein samanrenning av báðum.

Annars heldur hann slett ikki at Tjóðleikhúsið skal byggjast á Skálatrøð yvirhøvur.

Hann vísir á, at í apríl í fjør fekk Tórshavnar býráð undirskriftina frá 2.400 fólkum sum mótmæltu, at Skálatrøð verður tikið til tjóðleikhús.

– Tað er eitt rættiliga stórt tal á fólki og tey mótmælini eiga vit at taka í fullum álvara, heldur hann. Tí heldur hann eisini at býráðið eigur at finna eitt annað stykki at seta tjóðleikhúsið á.

Tað kundi verið uppi við Norðurlandahúsið, har ætlanin upprunaliga var at byggja musikkskúla, áðrenn hann varð fluttur út á Landavegin, har hann nú er. 

https://www.in.fo/news-detail/news/skalatroed-er-besta-stadid-i-foeroyum-at-byggja-tjodleikhus/?no_cache=1Les eisini: Skálatrøð er besta pláss í Føroyum at byggja tjóðleikhús

Soleiðis hava tey hugsað sær at Skálatrøð fer at síggja út, tá ið tjóðleikhúsið er bygt