Onkur hevur gjørt herverk á bygning í Fuglafirði

Viðkomandi hevr kastað við steini

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Fuglafirði, har fýra rútar vórðu brotnir á kommunuskrivstovuni. T

að vísti seg at vera herverk, tí onkur hevði kastað við steini, so steinar lógu innan fyri. Hetta fortelur vakthavandi hjá løgregluni fyri in.fo.

Hetta er hent í tíðarbilinum millum í gjárkvøldið klokkan 21 til í klokkan 01 í nátt.

Enn veit mann ikki, hvør hevur framt herverkið, men løgreglan arbeiðir við málinum.

– Um onkur veit okkurt, so eru til vælkomin at siga løgregluni frá, sigur vakthavandi.