Onkur roynir at lumpa kundar hjá Bilasøluni

Bilasølan í Havn ger nú vart við, at onkur hevur gjørt ein falskan brúkara hjá Bilasøluni á Facebook og skrivar til fólk og sigur, at tey hava vunnið.

 

 

Bilasølan í Havn ger nú vart við, at onkur hevur gjørt ein falskan brúkara hjá Bilasøluni á Facebook og skrivar til fólk og sigur, at tey hava vunnið.

 

– Vit hava eina kapping koyrandi, men hendan kappingin endar fríggjadagin 9. apríl 2021.

 

– Í boðunum verður viðkomandi biðin um at trýsta á eina viðhefta leinkju. Um tú hevur móttikið hesi boðini, heita vit teg á, at sletta tey beinanvegin og melda brúkaran, skrivar Bilasølan.

 

Eftir øllum at døma hevur onkur hakkað seg inn og sent boð út um vegis brúkaran hjá Bilasøluni. Teksturin, sum er sendur út frá falska brúkaranum, er skrivaður á donskum.

##med2## 

##med3##