Onkur sigur ja - og onkur vil ikki

- Um mín koppseting kann verða við til at verja onnur, geri eg tað gleðiliga, sigur 25 ára gamla, Sólvá Lindeskov Róadóttir.

- Ja, eg vil lata meg koppseta, um tað verður tilrátt mær, sigur Sólvá Lindeskov Róadóttir.

- Ja, eg vil lata meg koppseta, um tað verður tilrátt mær, sigur Sólvá Lindeskov Róadóttir.

 

Vit hava spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur? Um ja - hví? Um nei - hví?

Sólvá Lindeskov Róadóttir, 25 ár:

- Ja, eg vil lata meg koppseta, um tað verður tilrátt mær. Eg havi eina ommu á ellisheimi og ein abba, sum eg gjarna vil gera alt fyri at verja. Um mín koppseting kann verða við til at verja onnur rundan um meg, geri eg tað gleðiliga.

##med2##

Malan Oscarsdóttir úr Dalinum, 34 ár:

- Nei, eg fari ikki at lata meg koppseta. Koppsetingin er nýggj, og hjólini mala sera skjótt. Eingin veit, hvørji langtíðarhjáárin kunnu verða. Umframt hetta, eru danskar kanningar, sum vísa, at møguleikin fyri deyðsfalli av koronu fyri fólk undir 70 ár er 0.00082%. Fyri tey, ið eru eldri enn hetta, eru tølini tó hægri. Støðan við smittu í Føroyum er góð í løtuni, og eg haldi, at vit eiga at vísa serligan ans fyri teimum eldru og veiku í samfelagnum - ikki við koppseting, men við vanligum skilagóðum atliti. Tað finst einki svart ella hvítt, rætt ella rangt. Tí er umráðandi, haldi eg, at øll hava frælsi til at ráða yvir egnum kroppi.

##med3##

Anja T. Vidtfeldt Kvilt, 42 ár:

- Við tað, at eg starvist í eldrarøktini, føli eg tað sum mína skyldu at lata meg koppseta. Hevði eg havt annað starv enn á heilsuøkinum, hevði eg helst bíðað, til størri vitan var um møgulig hjáárin.

Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin, har fleiri fólk - bæði yngri og eldri, kend og minni kend - svara spurninginum.

- Ja, eg vil lata meg koppseta, um tað verður tilrátt mær, sigur Sólvá Lindeskov Róadóttir.

- Tí er umráðandi, at øll hava frælsi til at ráða yvir egnum kroppi, sigur Malan Oscarsdóttir úr Dalinum.

- Hevði eg havt annað starv enn á heilsuøkinum, hevði eg helst bíðað, sigur Anja T. Vidtfeldt Kvilt.