Nú makar hann vindin

Syðradalur. Mynd: Ingi Sørensen

Syðradalur. Mynd: Ingi Sørensen

Eitt kraftigt lágtrýst vestan fyri bretsku oyggjarnar fer í ein norðan og fer væntandi framvið vestan fyri Føroyar mánadagin. Síðani liggur landið fyri tað mesta í einum streymi av mildari og fyri tað mesta turrari luft av suðri.

 

Í dag verður hvassur vindur ella skið av suðri og landsynningi, 15 til 20 m/s og stundum regn. Út á dagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, og seinni klárar hann í við sólglottum. Um náttina verður turt og fyri tað mesta klárt. Hitin verður millum 9 og 13 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina sum frá líður skýggjað og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, seinni av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sól, men eitt skifti skýggjað. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Um náttina lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s og sum frá líður meiri skýggjað. Hitin um dagin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og skýggjað, men út á dagin klárar í og tað verður sól. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, sum snarar í ein útsynning, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina turt, men skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.