Opel Adam – flott litspæl

Opel Adam er í nógvar mátar ein annarleiðis minibilur.

Opel Adam er í nógvar mátar ein annarleiðis minibilur. Ikki einans orsakað av flottum designi, men eisini tí at teir fáast í flottum litspæli.

Eigarin hevur møguleika at seta sín egna dám á bilin við at kombinera litirnar við øðrum liti á takinum enn á sjálvum karossarínum. Sama er galdandi fyri bilin innan.

Hetta er sum so ikki nakað nýtt. Fyrr í tíðini, serliga í 50-unum, var heilt vanligt við tvílittum bilum. So nakað av retro stýli er yvir Opel Adam.

Bilurin er uppkallaður eftir Adam Opel (1837–1895) sum stovnaði Opel verksmiðjuna.