Orkis bjóðar til mammudag

- Nú hava eisini fólk, sum búgva kring landið og uttanlands, møguleikan at velja millum stóra úrvalið á okkara nýggju heimasíðu, sigur Turið í Kongsbø.

 

Nú Føroyar so smátt eru við at lata upp aftur, eftir at ferðin hevur verið lítil síðan á grækarismessu, eru tað bæði handlar og fyritøkur, sum gera burturúr. Blómuhandilin Orkis í Saltangará, sum hevur verið opin alla tíðina undir korona-kreppuni, spennir seg eisini út.

- Vit hava alla tíðina, síðan korona-tilmælini komu, tikið hesi í størsta álvara, og tað gera vit framvegis. Tí er tað gott, at handilin er rúmligur, eins og uttanumøkið er tað eisini. Møguleikin við frástøðu er tískil sera góður, sigur Turið í Kongsbø.

Nú mammudagurin nærkast og verður sunnudagin hin 10. mai, gera tey í Orkis nógv burtur úr degnum. - Vit lata upp klokkan 07 sunnudagin og hava opið so leingi, sum fólk eru á gátt. Her fáa øll ein møguleika at forkela og gleða mammu sína.

Turið í Kongsbø vísir á, at tey hava gjørt blómutyssini klár til dagin, eins og gávukassar, samanplantingar og annað eisini stendur klárt. - Tey viðskiftafólk, sum bíleggja til mammudagin til og við í morgin, 6. mai, fáa ókeypis útkoyring, leggur hon aftrat.

Orkis í Saltangará hevur fingið nógva nýggja vøru, og her er mangt og hvat, sum kann pynta um heimið, túnið og urtagarðin. - Her eru eitt nú ymiskir figurar, uttanduraplantur, krukkur, springvøtn og annað.

Turið í Kongsbø vísir á, at Orkis eisini hevur fingið spildurnýggja heimasíðu og nethandil – orkis.fo. - Nú hava eisini fólk, sum búgva kring landið og uttanlands, møguleikan at velja millum stóra úrvalið á heimasíðuni. Vit hava lagt nógvar myndir út, og nýggjar myndir koma leypandi á heimasíðuna.

Mammudagin fer Orkis eisini at selja út gjøgnum eitt vindeyga í handlinum, har viðskiftafólk, sum hugsa um smittuvanda, kunnu gera ein skjótan handil, meðan tey standa uttanfyri.

- Her verða nakrir valmøguleikar á einum menu-korti, sum stendur í vindeyganum, og síðan rinda viðskiftafólk við korti fyri tað, tey keypa. Hetta er ein ”take-away” skipan, sum gevur viðskiftafólki, ið ynskja at gera ein skjótan handil, ein nýggjan møguleika, sigur Turið í Kongsbø.

Tað eru góðir parkeringsmøguleikar við Orkis í Saltangará, bæði oman fyri handilin og eisini niðanfyri, har fleiri parkeringsbásar eru, og trappa er niðan til Orkis beint sunnan fyri handilin.