Metgott úrslit hjá alifelag

Marine Harvest í Føroyum hevði eitt metgott ár í fjør. Yvirskotið var góðar 63 milliónir krónur.

Føroyska deildin hjá Marine Harvest heldur á Hellunum

Føroyska deildin hjá Marine Harvest heldur á Hellunum

Marine Harvest í Føroyum hevði eitt metgott ár í fjør. Yvirskotið var góðar 63 milliónir krónur.

 

Nettosølan hjá alifelagnum var góðar 266 milliónir krónur. Framleiðslukostnaðurin var 159 milliónir, og bruttovinningurin sostætt 107 milliónir krónur.

 

Norska alifelagið hevur tjent nógvar pengar í Føroyum. Seinastu seks roknskaparárini er tað vorðið til 194 milliónir krónur. Tað hevur givið felagnum eina eginogn, sum hevði verið upp á eina góða fjórðingsmilliard. Men av tí at norsku eigararnir hava goldið sær 123 milliónir í vinningsbýti, so er eginognin sambært seinastaroknskapinum 130 milliónir krónur í føroysku deildini.

 

Tað er heimsins størsta alifelag, Marine Harvest ASA í Noreg, sum eigur allan partapeningin í Marine Harvest í Føroyum.

 

Hjá Marine Harvest í Føroyum starvast 63 fólk, og tey fingu í fjør 16,6 milliónir krónur í løn.

 

Í nevndini hjá Marine Harvest í Føroyum eru:

 

Ragnar Joensen, Hoyvík, nevndarformaður

Hans Jákup Mikkelsen, Tórshavn, nevndarlimur

Páll Lassen, Fuglafjørður, nevndarlimur

 

Stjóri felagsins er Hans Jákup Mikkelsen, Tórshavn.