Órudd fær frið at liggja í grótbrotinum í Sandavági

Grótbrotið verður brúkt sum bukkvald

 

Fyri einum góðum ári síðani erpaði Vága kommuna sær við, at nú skuldi grótbrotið í Sandavági ruddast. Umhvørvið skuldi setast í hásæti, og í hesum sambandi heitti kommunan á borgarar um at burturbeina sínar lutir í grótbrotinum, sum er alment øki. 

Men í dag er søgan tann sama sum áðrenn hesa áheitanina frá kommununi. Grótbrotið er fult av óruddi av alskyns slag - har eru eitt nú bil- og bátavrak, dekk, fótbóltsmál, tunnur, plast og matvøruemballaga. Grótbrotið líkist snøgt sagt einum bukkvaldi.

Vit hava nakrar myndir frá grótbrotinum her, so tit kunnu síggja, hvussu tað sær út á grótbrotinum í Sandavági.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##