Ósamdir um hvat snýt er

Tað var ein drúgvur fundur í Eystara landsrætti, tá advokatarnir hjá journalistunum fingu síðsta orðið.

Liljan Weihe og Bjørn á Heygum. Myndin er frá tá rættarmálið var í Føroya rætti

Liljan Weihe og Bjørn á Heygum. Myndin er frá tá rættarmálið var í Føroya rætti

Triði dagur í rættarmálinum í sokallaða tollmálinum byrjaði í Føroya rætti í morgun. Hetta var triði út av fýra døgum, ið eru settir av til rættarmálið.


Tað eru starvsfólkini í Kringvarpinum, Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur, umframt Sveinur Tróndarson, fyrrverandi redaktionsleiðari á Portalinum, ið hava kært dómin í Føroya rætti, har tey vórðu funnin sek í at hava ærumeitt fyrrverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, í teirra umrøðu av tollmálinum.


Meginparturin av degnum er farin við, at teir báðir advokatarnir hjá journalistunum, Ole Liedke fyri Kringvarpið, og Bjørn á Heygum fyri Svein Tróndarson, fingu eitt seinasta høvi at sannføra dómararnar um, at tey fólkini, ið tey umboða, eru ósek í tí dóminum, ið fall í Føroya rætti.


Talan gjørdist um ein drúgvan fund, tí advokatarnir høvdu nógv á hjarta. Ole Liedke, ið umboðaði tey trý kringvarpsfólkini, brúkti tríggjar tímar og eitt korter at framleggja sína søk, meðan Bjørn á Heygum brúkti ein tíma og eitt korter at sannføra dómararnar um, at Sveinur Tróndarson var ósekur.


Verjan hjá teimum báðum líktist nógv og bygdi hon á tríggjar høvðustáttir. Fyridømi, próvførslu, og iva.


Báðir advokatarnir løgdu stóran dent á at vísa til og brúka aðrar dómar í líknandi málum sum fyridømi, um hví tað var neyðugt at fríkenna teirra fólk, tí tey umboðaði eina stætt, journalistar, ið eru týdningarmiklir fyri samfelagið, og sum hevur tørv at hava fríar ræsir í teirra arbeiði sum vakthundur. Dømi vórðu brúkt í Mannarættindadómstólinum, Hægsta rætti í Danmark og úr Bretlandi, um hví tað er so týdningarmikið at verja pressuna.


Ole Liedke brúkti eisini fleiri dømir fyri at vísa á, at tað ikki ber til at døma kringvarpsfólkini, tí tey í veruleikanum einans høvdu endurgivið tað, ið Portalurin á sinni hevði skrivað. Fleiri dømir eru úr útlondum, har fjølmiðlafólk hava vunnið líknandi mál, tí tann, ið endurgevur, stendur ikki við ábyrgdina fyri tí, ið verður sagt.


Harnæst brúktu báðir advokatar langa tíð at vísa á umstøðurnar í p/f N. Niclasen, og løgdu stóran dent á, at felagið skyldina landinum 600.000 krónur í tolli, meðan Jørgen Niclasen var stjóri, og at hann sum stjóri, ikki hevði røkt sínar skyldir mótvegis myndugleikunum. Tí vóru atfinningarnar frá Kringvarpinum og Portalinum í 2013 og 2014 ikki skeivar ella ærumeiðandi.


At enda brúktu báðir advokatar eisini nógva tíð, at sáa iva um dómin í Føroya rætti, har teir serliga funnist at lýsingini hjá dómaranum av orðinum snýt. Víst var á, at tað væl ber til at brúka orðið snýt uttan at leggja tað meining í orðið, at nakað ólógligt er fari fram. Báðir førdur fram, at snýt er eitt øgiligt breitt orð, og at brúki av tí ikki beinleiðis merkti, at Jørgen Niclasen hevði gjørt nakað ólógligt. Tvørturímóti vísti advokatarnir á, at tað varð fleiri ferðir staðfest í fjølmiðlaumrøðuni, at fyrrverandi landsstýrismaðurin ikki hevði gjørt nakað revsivert.


Í morgin er tað advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, ið fær møguleikan at leggja sína søk fyri dómararnar.