Ósamdur við fleiri av uppskotunum um tjóðleikhús

Vit hava ikki gjørt bryggjuna til at byggja tjóðleikhús á, sigur formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð

Formaðurin í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði, tekur ikki undir við, at bryggjukanturin verður tikin til tjóðleikhús. Tí vil hann hava, at tjóðleikhúsið verður flutt so langt niðan ímóti Havnargøtu sum tilber

Tað er skeivt at byggja Tjóðleikhúsið niðri á Bursatanga. Tað heldur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.

Herfyri vórðu arktektar bidnir um at koma við uppskotum um, hvar í Havnini, teir halda, at tað er best at byggja eitt tjóðleikhús á. Yvirhøvur var semja um, at tað liggur best á Bursatanga, men onkur heldur, at tað er best at byggja tað dygst uppi voð Havnargøtu, sum er vegurin ímillum Kongabrúnna og rundrkoyringina undir Skansanum.

Annfinn Brekkstein tekur ikki undir við, at Tjóðleikhúsið verður bygt niðri á Bursatanga, tí hann heldur, at tað fer at forkoma møguleikanum at brúka bryggjuna til nakað inntøkuskapandi virksemi.

– Vit hava gjørt stórar íløgur í bryggjuna við tí endamáli at skapa inntøkur og ikki til at byggja tjóðleikhús á. Og verður tað bygt har, heilt oman ímóti sjónum, forkemur tað møguleikanum at brúka ein stóran part av bryggjuni.   

Tí vil formaðurin í Mentanarnevndini hava, at tjóðleikhúsið verður flutt niðan frá sjónum, so langt niðan ímóti Havnargøtu sum gjørligt, so at bryggjan gongur frí og so at vit varðveita inntøkumøguleikarnar av henni.

– Tað ber væl til at hava bæði bryggjukant og Tjóðleikhús á økinum við Bursatanga og tí stóra plassinum við farstøðina.