Ósbjørn sambindur bygning og náttúru

Býráðshúsið, sum teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, hevur vunnið fína virðisløn fyri byggilist

 

Býráðshúsið hjá Eysturkommunu, sum er teknað av Ósbjørn Jacobsen hjá teknistovuni Henning Larsen, hevur júst vunnið eina fína virðisløn til tað, sum eitur "Chicago Athenaeum’s International Architecture Awards".

Bygningurin er í Norðragøtu og tekur støði í tí staðnum, har hann er bygdur. Hann er gjørdur í sambandi við ætlanirnar hjá kommununi um grønt øki við gonguleiðum. 

Høvuðsyvirskriftin fyri býráðshúsið er tað føroyska temaið, sum Ósbjørn Jacobsen áhaldandi arbeiðir við í sínum byggiverkætlanum í Føroyum.

- Vit hava roynt at gjørt tað soleiðis, at náttura og bygningur renna saman, eins og siðvenja er í føroyskari byggilist, sigur hann og greiðir víðari frá konseptinum:

- Markið millum náttúru og bygning er kámað burtur. Tað er ilt at síggja, hvar bygningurin endar, og hvar náttúruan byrjar. Hetta er nokkso spennandi at spæla við, tí hetta temaið er annars burtur úr modernaðari bygging. Bygningurin leggur seg inn í landslagið og heldur fram har, sigur Ósbjørn Jacobsen. 

Upprunaliga var Oyran í Norðragøtu eitt samlingsstað. Tað var har mann møttist, tá ítrótturin byrjaði, tað var spæliplássið, og tað var har, mann hittist til ymisk hátíðarhald. Hetta er í dag fulkomiliga burtur og lagt undir asfalt.

Hatta er fyrsti tankin, men ætlanin er at gera eitt torg framman fyri, so tað aftur verður eitt stað, har fólk hittast.