Ósemja í samgonguni um einskiljingar

Løgtingsmaður í samgonguni ivast í um Føroya Tele skal einskiljast

Eg eri sera ivingarsamur um ætlanina at einskilja Føroya Tele. Tað gjørdi Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, greitt, nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Í ólavsøkirøðuni staðfesti løgmaður á, tað er ikki uppgávan hjá landinum at reka partafeløg. Tí er tað í nøkrum førum skilabest at einskilja fyritøkur, segði løgmaður.

Síðani hevur tað verið nevnt, at eitt alment partafelag, sum talan kann vera um at selja, er Føroya Tele.

Men Tað er Johan Dahl sera ivingarsamur um. Eg haldi, at vit skulu vera sera varin, áðrenn vit fara eftir Føroya Tele, segði hann. Hann vísir á, at telesamskifti er ein partur av tí grundleggjandi undirtøðukervinum í Føroyum og tað hevur líka stóran týdning, sum flogferðslan hevur.

Og hann ivast heldur ikki í, at telesamskiftið fer at fáa enn størri týdning í framtíðini. Og hann vísir eisini á, at vit hava longu kapping á økinum og hann heldur eisini, at prísirnir á telesamskifti í Føroyum er ikki hægri enn tað er nógva aðrastaðni.

Tí ivast hann í um Føroya Tele skal einskiljast. Hinvegin heldur hann, at tað eru onnur almenn partafeløg, sum tað er meiri sjálvsagt at einskilja. Eitt nú heldur hann, at almennu partabrøvini í Smyril Line kunnu seljast og hann heldur eisini, at samgongan kann royna eina ferð afturat at selja Posta, hóast tað miseydnaðist hjá seinastu samgongu, tí tilboðið var ikki nøktandi.

Hann heldur eisini, at vit eiga at kanna um tað hevði verið skil í at selt almennu partabrøvini í BankNordik.