Sølvi heldur við Seahawks

Mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu er fjeppari av øðrum liðnum í Super Bowl.

Stóra finalan í amerikonskum fótbólti, Super Bowl, verður í kvøld kl.23.30 føroyska tíð. Liðini í Super Bowl eru í ár New England Patriots og Seattle Seahawks. Fleiri føroyingar fylgja væl við í hesum ítróttinum, og hava vit sett nøkrum av teirra spurningar um eitt nú hvussu teir fara at halda kvøldið og hvaðani áhugin fyri amerikonskum fótbólti stavar.


Ein, sum heldur við Seattle Seahawks, er mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu, Sølvi Reinert Hansen.


Hvør væntar tú vinnur Super Bowl í kvøld?

- Seahawks vinna Super Bowl XLIX í kvøld... tað vóni eg í øllum førum, eftirsum eg haldi við teimum. Tað verður ikki lætt at vinna á Patriots, sum hava kanska besta quarterbackin í NFL, Tom Brady, og sum duga sera væl at broyta spælið eftir umstøðunum í dystinum.
Men í NFC-meistaraskapsdystinum millum Seahawks og Green Bay Packers fyri tveimum vikum síðani vístu Seahawks, at teir ongantíð geva upp, og at teir kunnu venda einum dysti í seinastu løtu, hóast tað sær púra vónleyst út. Vænti at quarterbackurin hjá Seahawks, Russel Wilson, running backurin, Marshawn Lynch, og aftara verjan hjá Sehawks, tann sonevnda Legion of Boom, koma at vinna dystin fyri Seahawks.


Hvussu fert tú at halda Super Bowl?
-
Eftirsum dysturin er so seint, rokni eg við, at tað verður friðarligt rundan um meg heima við hús. Men tað er nakað serligt at fylgja við í hesi ítróttarligu stórhendingini. Fari at hyggja eftir dystinum á NFL Network. Har fær man eina heildaruppliving við upptaktini allan dag, og síðani øllum Super Bowl showinum undan og undir dystinum.

Hvaðani stavar áhugin fyri NFL?
-
Veit ikki rættiliga. Havi bert fylgt við í tí tey seinastu 3-4 árini. Men nú eri eg bitin. Hyggi eftir øllum dystunum hjá Seattle Seahawks.

Hvat er tað, sum fangar tín áhuga?
-
Tað stuttligasta við NFL er, at dystirnir kunnu broytast so øgiliga skjótt. Annað liðið kann vera greitt omaná stóran part av dystinum, men so vinnur hitt liðið kortini. Síðani er tað eksplosiviteturin í spælinum, spurtirnir, longu kastini, harða verjan. Tað ger tað ikki verri, at har eru so nógvar reglur, at man lærir eina rúgvu í hvørjum dysti.

- At enda vil eg fegin geva eitt sonevnt "shoutout" til starvsfelagan Janus Trúgvason (Cowboys-fjeppara) og Helga L. Petersen (Colts-fjeppara), sum ikki rættiliga hava nakað at sita uppi til í kvøld. Men næsta ár verður aftur Super Bowl.
#GoHawks