Ótolandi gangur rekur fólk frá húsi og heimi

Klaksvíkar kommuna útsetir samt og javnt sínar borgarar fyri ótolandi gang. Fyrst átta samdøgur við áhaldandi ágangi, og eftir bert tveimum døgum vendi ótolandi gangurin aftur.

 

"Klaksvíkar kommuna hevur ikki tikið málið í nóg stórum álvara".

Tað var niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni. Hóast niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni var greið, og at Klaksvíkar kommuna segði seg at taka niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til eftirtektar, merkja borgarar í Ánunum onga broyting.

Tóm orð koma frá hægstu rók í býráðnum hjá Klaksvíkar kommunu. "Vit hyggja frameftir", segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, á seinasta fundi við Heimafrið fyri fáum vikum síðan.

##med2##

Vit mugu staðfesta, at Klaksvíkar kommuna als ikki hevur tikið málið í nóg stórum álvara og framhaldandi ikki ger tað.

Beint nú liggja somu skip í Ánunum, sum ferð eftir ferð verður klagað um. Tað er stór skomm, at hetta heldur fram uttan avleiðingar.

Vegna felagið Heimafrið

Trina Eysturoy, forkvinna