Ov nógvir sigarettstubbar sløðast í Havn

Ruddingarnar í Tórshavnar kommunu vísa, at rusk áhaldandi er at finna, har tað ikki skal vera

Alt ov nógv rusk sum stubbar og einnýtisplast sløðist á gøtunum og í náttúruni. Tað leggja tey merki til í Tórshavnar kommunu, og tí hava tey nú sett nøkur tiltøk í verk fyri at minka um óneyðuga ruskið.

Hetta skal eitt nú gerast við at eggja roykjarunum til at fáa sær lummaøskubikur, sum nú eru at fáa í ymsum handlum og støðum í kommununi.

– Sløkk sigarettina, legg stubban í lummaøskubikarið, lat aftur og í lumman. Tá øskubikarið er fult, verður tað tømt og vaskað, og kann brúkst umaftur og umaftur, sigur Tórshavnar kommuna.

Tað eru 378 ruskspannir í Tórshavnar kommunu, sum kommunan tømir, umframt ruskspannir við handlar, matstovur og onnur støð.

– Hóast tað, er tað ikki altíð, at ein ruskspann er í nánd. Tá er hent at hava eitt lummaøskubikar, so at stubbin ikki endar á vegnum ella í eini rist.

Ruddingarnar í Tórshavnar kommunu vísa, at rusk áhaldandi er at finna, har tað ikki skal vera. Árliga verður skipað fyri trimum ruddingum, sum eru Ruddingardagarnir, Strandaruddingin og Rudda Føroyar-tiltakið. Harumframt ruddar reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hvønn dag, og nógvir íbúgvar og feløg eru eisini ófør at taka upp.

Fyri at minka um nýtsluna av óneyðugum einnýtisplasti, hevur náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt, at reglugerð verður gjørd, sum m.a. skal eggja til, at einnýtisplast í minst møguligan mun verður nýtt.

Í fjør var strandarrudding, og her er topp 10-listin av uppteljingini: 

Spreingileidningar 1956
Annað plast/ókent plast 1487
Flamingo/skúmplast 1129
Patrónproppar 803
Reip, trol, gørn og nótir 666
Innpakningur og einnýtislutir úr plasti 448
Plastposar 380
Sigarettstubbar og snús 280
Plastfløskur 157
Fløskuproppar og lok (plast) 147