Ov nógvur harðskapur í trivnaðareind 10

Løgtingsins umboðsmaður hevur vitjað deildirnar

Harðskapurin er øktur munandi í deildini í Argjaboðagøtu undir trivnaðareind 10 hjá Almannaverkinum.

Tað staðfestir løgtingsins umboðsmaður, ið hevur verið á vitjan hjá deildunum í trivnaðareindini.

Í frágreiðinginini skrivar løgtingsins umboðsmaður, at almannaverkið hevur upplýst, at greið mannagongd er fyri handfaring av harðskapi, at starvsfólkini fáa ráðgeving aftaná harðskapstilburðir, og at almannaverkið áhaldandi arbeiðir við at minka um og fyribyrgja  harðskapsstøður.

Umboðsmaðurin heldur, at tvístøður og øktur harðskapur stendst av einari samanseting av ymsikum viðurskiftum, eitt nú hvussu tey børn, sum í løtuni eru í trivnaðareind 10, eru fyri, óhóskandi fysiskum kørmum, óhepnari samanseting av børnum og ótryggleikar hjá børnunum vegna títta útskifting av starvsfólki.

Umboðsmaðurin mælir tí Almannaverkinum til framhaldandi at arbeiða við at minka um harðskapstilburðir í trivnaðareind 10 við at seta neyðug tiltøk í verk fyri at royna at fáa talið av harðskapstilburðum niður, serliga í Argjaboðagøtu.