Ovastevna: Maður endaði á sjónum

Hendi aftaná at tveir bólkar blivu ósamdir um eitthvørt

Nógv fólk vóru í Nólsoy í gjár í samband við at Ovastevna bleiv hildin har úti. Og av løgreglustøðini verður upplýst, at tað sum heild gekk heilt friðarligt fyri seg.

Løgreglan fekk kortini fráboðan um, at ein maður var endaði á sjónum, aftaná at illstøða var komin millum tveir bólkar.

Hetta hendi á havnarlagnum og fekk tann keðiliga enda, at ein persónur datt á sjógv. Vakthavandi upplýsir, at tað tykist, at talan var um eitt óhapp, og at ósemjan endaði við hesum, tá annar bólkurin fór av staðnum, meðan hin bólkurin hjálpti viðkomandi upp aftur á turt.

Umframt hetta eina málið bleiv eisini ein bátaførari skuldsettur fyri at sigla ávirkaður av rúsdrekka.