Almennu Føroyar eiga at gera meira

- Tað kann ikki vera rætt, at privat feløg í Føroyum í longdini skulu gera avtalur við feløg í Grønlandi.

- Føroyar kundu latið Grønlandi og Íslandi nøkur tons fleiri av uppsjóvarfiski aftur fyri størri botnfiskakvotu til línuskipini.

- Føroyar kundu latið Grønlandi og Íslandi nøkur tons fleiri av uppsjóvarfiski aftur fyri størri botnfiskakvotu til línuskipini.

- Í longdini kann tað ikki vera rætt, at privat feløg í Føroyum skulu gera avtalur við feløg í Grønlandi um fiskirættindi í grønlendskum sjógvi.

 

Tað sigur føroyskur línuskipari, sum hevur gingið á odda at vinna føroyskum línuskipum og tess manningum fiskirættindi gjøgnum grønlendsk reiðaríir.

 

Eyðvarður Petersen, skipari á línuskipinum Sandshavinum, sigur, at teir vóru teir fyrstu, sum á sumri í 2014 gjørdu avtalu við grønlendskt reiðarí um at fiska har yviri.

 

- Hetta varð mett sum royndarveiða, ið hevði til endamáls at vita, um tað ber til at fiska við línu í grønlendskum sjógvi - uttan at nøgdirnar av toski gerast ov stórar.

 

Hann sigur, at Sandshavið var í Grønlandi á sumri í 2014, og í fjør summar vóru teir aftur har yviri saman við fleiri øðrum føroyskum línuskipum.

 

- Alt gott um slíkar royndir, sum vit gjalda eitt ávíst krónutal fyri. Men, í longdini kann tað ikki vera rætt, at vit sum privat reiðarí skulu keypa okkum avtalur í grønlendskum sjógvi.

 

Skiparin vísir á, at slíkar avtalur - fyri eitt summar í senn - ikki eru nóg tryggar at byggja nakra vinnu á, og í ár veit eingin, um føroysk línuskip aftur sleppa til Grønlands í summar.

 

- Tað átti heldur at verið tær almennu Føroyar, sum fingu í lag góðar fiskiveiðiavtalur við myndugleikarnar í Grønlandi. Føroyar kundu hóskandi latið Grønlandi nøkur tons av uppsjóvarfiski aftrat.

 

Bæði íslendingar og grønlendingar ynskja sær meira uppsjóvarfisk, og einki hevði farið av nøkrum, heldur skiparin, um okkara myndugleikar brúktu nøkur fleiri tons til at útvega línuskipum størri kvotur í Íslandi og Grønlandi.

 

- Tað hevði einki gjørt, um okkara myndugleikar í enn størri mun vendu eyguni móti føroysku botnfiskavinnuni og línuskipavinnuni, ið hevur havt nøkur trupul ár við vánaligari veiði, sigur Eyðvarður Petersen.

 

Skiparin á Sandshavinum minnir á, at línuskipavinnan er skapandi við nógvum fiskimonnum, og hetta er ein vinna, sum fyri tað allar mesta førir veiðina heim til virkingar í Føroyum.