Ovi Brim: - Løgið at skriva Runavík og ikki Saltnes

- Eysturoyartunnilin kemur upp í Rókini í Saltnesi - og ikki í Runavík, sigur Ovi Brim, prestur, sum hevur eitt íkast til kjakið um skelting í kvøld.

Prestur plagdi at vera góður vegvísari. Í kvøld kemur Ovi Brim við einari áheitan á Landsverk.

Prestur plagdi at vera góður vegvísari. Í kvøld kemur Ovi Brim við einari áheitan á Landsverk.

 

- Tá eg havi ferðast úti í heimi, havi eg brúkt reytt pass. Havi ikki kent meg sum ein minni føroying av tí sama. Havi faktiskt lagt mær eina við at greiða frá, hvar Føroyar eru, og hvussu føroyingar eru. Men, reyða passið hevur onkuntíð verið meira praktiskt, skal eg heilsa og siga.

Soleiðis byrjar Ovi Brim, sóknarprestur, ein status á sínari Facebook-síðu í kvøld.

Hann vísir á, at nú tað er komið fram, at tað í Eysturoyartunnlinum stendur "Klaksvík" við eystaru frákoyring, hevur kjak tikið seg upp um hetta, men sjálvur hugsaði hann ikki tað stóra um hetta í fyrstu syfti.

- Eg helt hetta vera av praktiskum ávum - at infrastrukturelt fikspunkt man vera har norðuri. Ja, kanska meira praktiskt fyri týskaran og danan, ið ætla sær norður at hyggja eftir kópakonuni á Stórakneysa ella træskurinum - Jesus úr Nazaret - hjá Fuglø.

Ovi Brim leggur aftrat, at helst vita hesi somu ferðandi, at Gøtu kirkja er á vegnum til Klaksvíkar, har bæði góðir vesifasilitetir og framúrskarandi glarlistin hjá Paturssyni eru møgulig at njóta.

- Men, skeltingin er ikki fallin í góða jørð, hvørki hjá innan- ella uttanmonnum. Skeltið eigur at siga frá, hvagar leiðin ber, verður sagt. Alt gott um hetta ynski. Eg skilji. Skilji eisini væl tey, ið ynskja at hava grønt pass og soleiðis hava lættari við at varskógva, at tey eru til.

Ovi Brim heldur tað tó vera løgið, at innanmenn, sum hann sjálvur er brotin úr og heldur nógv av, vilja hava, at skeltið sigur "Runavík", tá tunnilsmunnin kemur upp í Rókini, sum er partur av bygdini, Saltnes.

- Tá nú Klaksvík er áðurnevnda fikspunkt, og Runavík skal standa á skeltinum, so eigur tað heldur at standa Saltnes á skeltinum. Í øllum førum ikki Runavík.

Ovi Brim heldur, at tað akkurát tað sama kann standa Lambareið ella Søldarfjørður á skeltinum sum Runavík, og hann endar við einari áheitan á Landsverk: - Gott í tykkum. Latið Klaksvík standa - ella skrivið Saltnes, skrivar Ovi Brim á sínari Facebook-síðu í kvøld.

##med2##

Prestur plagdi at vera góður vegvísari. Í kvøld kemur Ovi Brim við einari áheitan á Landsverk.

- Um Klaksvík ikki skal standa á skeltinum, er rættari at skriva Saltnes enn Runavík, sigur Ovi Brim.