Oyggjadagar avlýstir – Koltur letur upp

Eingin Oyggjadagur verður í ár vegna koronatilmælini. Men Bjørn Patursson, fyristøðufólk í Koltri, bjóðar gestum út í oynna leygardagin 13. juni.

Dagurin verður skipaður soleiðis, at 25 fólk kunnu uppliva Koltur samstundis. Bara 100 fólk sleppa í oynna henda dagin, og 25 fólk eru í oynni í senn.

Loyst verður av Gomlurætt klokkan 8.00, 10.00, 13.00 og 16.00. Hvør túrur varir í tríggjar og ein hálvan tíma. Silja Star siglir hesar fýra túrarnar við 25 fólkum.

Komin út í oynna verður farið gongutúr ígjøgnum bygdarlagið við frásøgu um oynna, búsetingina og fólkalívið í bóndasamfelagstíðini upp til okkara dagar. Eftir túrin hava fólk eina løtu at støkka innar í savnshúsini Heimi í Húsi ella njóta vøkru náttúruna, áðrenn fráferðina aftur á Gomlurætt.

Nær: Leygardagin 13. juni 2020
Hvar: Koltur
Kostnaður: kr. 250

Atgongumerkini til Koltursdagin eru til keyps hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.