Oyrasundskollegiið verður til almennar íbúðir

Húsaleigan veksur við 21,3 prosentum

Tað eru umbroytingartíðir í Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn, har túsundtals føroyingar hava búð gjøgnum ár og dag. Kollegiið við teimum 1.025 leigumálunum hevur higartil verið privat, men aftaná august 2020 verður tað til almennar ungdómsíbúðir. Tað veit miðilin MinBy.

Ungdómsíbúðir eru fyri tey, ið eru undir lestri, júst eins og kollegii er tað.

Fyri at broytingin skal góðkennast, krevur Landsbyggefonden, at ein stór umvæling skal gerast við vindeygu og vatnrør, sum fer at kosta 190 milliónir, og kommunan hevur vissað fyri einum láni til umvælingarnar. 

Broytingin til almennar íbúðir merkir so eisini, at Socialforvaltningen fer at hava rætt til at ávísa fólki til hesar almennu íbúðir á Oyrasundskolegiinum.

Broytingin kemur eisini at merkjast í pengapunginum, tí húsaleigan fer nevniliga at hækka 21,3 prosent, tá umvælingarnar eru framdar. Tað vil t.d. siga, at ein einkultmansíbúð á 32 kvadratmetrar hækkar frá 2.472 krónum til 2.998 krónur um mánaðin.