Pakkilisti: Hetta skalt tú hava við tær á G! festivalin

Seinnapartin í dag letur tjaldingarøkið á G! Festivalinum upp. Í Sosialinum hava vit eitt stórt eykablað um G!, har samrøður, ráð og annað viðkomandi stendur at lesa

Góð fyrireiking hevur alt at siga, tá tú fert á festival og skalt búgva í tjaldi í fleiri dagar. Hóast tað kann vera ein avbjóðing at pakka taskuna, so eru ráð fyri tí.

Í Sosialinum hava vit gjørt ein umfatandi pakkilista við alneyðugum tingum umframt góðum og øðrvísi ráðum.

Tryggja tær toluligar liviumstøður

Hav eitt dygdargott tjald við, sum tolir ófantaligt veður, fyri at binda um heilan fingur. Einki er so keðiligt sum at enda við at sova í einum hálvum telti við einum vátum og tunnum undirlagi, bara tí tú vildi spara nakrar fáar krónur fyri eina bíligari loysn.

Ert tú eitt luksusdjór, so tekur tú luftmadrassu við - um ikki, tak so eitt vanligt liggiundirlag.

Um tú ert góð/ur við høvdið hjá tær, so slær tað ongantíð feil at taka ein kodda við. Summi taka dýnu við, men tað er meira møði enn føði. Soviposar eru til tað sama, og teir eru bæði heitari og betri enn dýnan.

Eitt hugskot er at taka eitt teppi við til tey køldu kvøldini í tjaldingarleguni.

##med2##

Tann festliga tjaldingarlegan

Tað er ymiskt, hvussu nógv og hvat fólk velja at gera burtur úr sínari tjaldingarlegu. Summi hava bara eitt tjald ella tvey, meðan onnur sláa seg saman og skapa eitt lítið samfelag, sum nærmast virkar sum ein rørsla.

Og vilt tú hava eina kula tjaldingarlegu, so eru tað fleiri mátar at tryggja festligheitirnar uppá........ 

Les øll ráðini í Sosialinum, sum kemur út í øll hús í dag. Har hava vit sum sagt eitt eykablað um G! festivalin.