Sjey bilførarar fingu bót og klipp

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan

 

 

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt.

 

Løgreglan sigur, at nógv løgreglufólk hava verið í býnum í alla nátt, bæði í Havnini og norðanfyri, men tey hava verið mestsum arbeiðsleys, í hvussu so er hvat harðskapi, ella øðrum av slíkum slagi, viðvíkur.

 

Kortini hevur løgreglan fingið boð um eina hending í miðbýnum í Havn, har tveir mans komu til ilnar.

 

Løgreglan veit, hvørjir teir eru, og sum dagurin líður, fara tey at fáa greiði á smálutunum í hesi hendingini, og ikki fyrrenn tá vita tey, um nakar verður skuldsettur fyri harðskap, ella um teir fáa bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.

 

Men í gjár gjørdi løgreglan eisini ferðslukanningar í Eysturoy og í Norðoyggjum, og tað kom illa við hjá nøkrum bilførarum.

 

Í Klaksvík fingu fýra bilførarar bót tí teir ikki brúktu trygdarbelti og ein fekk bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi.

 

Í Eysturoy varð ein bilførari tikin fyri at tosa í handhildnari fartelefon og tað fær hann so bót fyri. Og harafturat fær ein bilførari bæði bót og klipp í koyrikortið tí hann varð tikin fyri at yvirhála, har tað ikki var loyvt at yvirhála, tí í yvirhálingini koyrdi hann yvirum eina óbrotna striku á vegnum.