Pál fingið serligan heiður í Italia

Fekk heiðursgávuna Collegium Ramazzinis

Her fekk Pál handað heiðurin. Mynd: gransking.fo

Her fekk Pál handað heiðurin. Mynd: gransking.fo

Føroyski professarin Pál Weihe blev leygardagin heiðraður við eini serligari heiðursgávu, tá hann fekk handað Collegium Ramazzinis heiðursgávuna í býnum Carpi við Bologna í Italia.

- Á ársfundinum í ár valdi Collegium Ramazzini at heiðra Pál Weihe við eini serligari virðisløn við grundgevingini: ”Pál Weihe er lækni og aktivistur,  ein nútímans fylgjari av hugsjónum Bernardino Ramazzinis. Tað er ein stórur heiður at veita honum serligu heiðursgávu Ramazzinis fyri 2019”, skrivar gransking.fo.

Tað var forseti felagsins Philip Landrigan, professari, ið handaði Páli heiðursbrævið á samkomu á ráðhúsinum í Carpi, har borgarstjórin var vertur.

- Heiðurslønin er uppkallað eftir Bernardino Ramazzini (1633-1714), ið var lækni og er kendur fyri lærubók sína ”De Morbis Artificum Diatriba”, sum er lærubók um sjúkur elvdar av arbeiðsumhvørvinum. Hann er roknaður at vera faðir til arbeiðs- og umhvørvislæknafrøðina. Eitt vísindafelag ber navn hansara, Collegium Ramazzini og limir tess eru  framúrskarandi granskarar úr øllum heiminum, upplýsir gransking.fo. 

Her fekk Pál handað heiðurin. Mynd: gransking.fo