Pál Weihe: - Gjørt er gjørt

- Vit tóku risiko'ina á ólavsøku, og tað er spell, at so mong ikki hildu seg til almennu tilmælini á ólavsøku, heldur Pál Weihe.

 

- Nú mugu fólk, sum vóru í býnum á ólavsøku – og onnur, sum kunnu hava verið fyri smittu - vera árvakin og venda sær til kommunulækna, um tey fáa sjúkueyðkenni, sigur Pál Weihe.

- Nú mugu fólk, sum vóru í býnum á ólavsøku – og onnur, sum kunnu hava verið fyri smittu - vera árvakin og venda sær til kommunulækna, um tey fáa sjúkueyðkenni, sigur Pál Weihe.

 

Nú ólavsøkan er løgd aftur um bak, er greitt, at almennu tilmælini um frástøðu í nógvum førum ikki vórðu hildin, soleiðis sum myndugleikarnir í Føroyum hava mælt til – og ikki minst løgdu stóran dent á, nú ólavsøkan stundaði til. Longu, tá ólavsøkan varð sett tíðliga seinnapartin týsdagin, var nógv fólk á Vaglinum og um midnáttarleitið ólavsøkukvøld, tá vanligt er at hava felagssang, var rættiliga pakkað við fólki í miðbýnum.

Hóast midnáttarsangurin alment var avlýstur, møttu fólk í stórum tali upp á Vaglinum at syngja, og at síggja til var lítið - ella einki - hugsað um fjarstøðu hesa løtu. Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini í Føroyum, heldur tað vera keðiligt, at fólk ikki hildu seg til tilmælini um, hvussu vit skuldu halda ólavsøku í ár, tó at nógv hevur verið gjørt fyri, at fólk í stórum tali ikki skuldu savnast í miðbýnum.

Føroyar hava verið koronu-fríar í meira enn tríggjar mánaðir og tey, sum eru smittað, hava øll verið ferðafólk og útlendskir sjómenn.

Ólavsøkukvøld byrjaði annars so væl, tá skipað varð fyri fólkafundi á Doktaragrund, har øll, sum vóru við til avmarkaða tiltakið, bóru masku, og økið varð deilt upp við bondum. Men, tá leið móti midnátt ólavsøkukvøld, streymaðu fólk í stórum tali oman í býin og oman á Vaglið, har tey sungu úr skerda sangheftinum.

Rættiliga nógv fólk var í býnum, og her sást lítið til, at tilmælini um frástøðu vórðu tikin í serliga stórum álvara, tó at korona-farsóttin framvegis hongur yvir okkum sum ein hóttan. Pál Weihe, serlækni og ráðgevi, ásannar, at risiko’in er tikin, og her vendist ikki aftur. Eins og fútin, heldur hann tað vera spell, at fólk savnaðust í so stórum tali, at ikki bara til at halda tilmæltu frástøðuna.

- Gjørt er gjørt, og nú mugu fólk, sum vóru í býnum á ólavsøku – og onnur við, sum kunnu hava verið fyri smittu - vera árvakin og venda sær til kommunulækna, um tey fáa sjúkueyðkenni, sigur ráðgevin.

Pál Weihe heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at fólk ikki gloyma veruleikan - at korona-farsóttin á ongan hátt er av, og at fólk framvegis venda aftur til tann veruleika, at neyðugt er at fylgja almennu tilmælunum um frástøðu, reinhald og kanning, um tað vísir seg, at fólk fáa sjúkueyðkenni.

- Nú skulu vit vóna, at vit eru so heppin, at eingin verður smittaður, hóast vit tóku risiko’ina, men tað vita vit ikki við vissu, fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað er greitt, at vandin lúrir undir slíkum umstøðum, sum vit hava sæð á myndum um ólavsøkuna. Talan kann bæði vera um útlendingar, sum bera smittu, men talan kann saktans eisini vera um føroyingar, sum bera smittu við sær heim.

Pál Weihe leggur dent á, at tað, sum vit nú kunnu og mugu gera, er, at fólk - hvør í sínum lagi – framvegis fylgja almennu tilmælunum og lata okkum kanna, um illgruni er um smittu.  - Fáa vit, sum dagarnir ganga, eitt nýtt útbrot við korona-smittu, mugu vit sum best og eins og áður royna at smittuspora og avbyrgja, sigur Pál Weihe, serlækni og ráðgevi.

##med2##

- Nú mugu fólk, sum vóru í býnum á ólavsøku – og onnur, sum kunnu hava verið fyri smittu - vera árvakin og venda sær til kommunulækna, um tey fáa sjúkueyðkenni, sigur Pál Weihe.

Her á Doktaragrund ólavsøkukvøld vóru øll í masku.