Undirtroyggja til útróðrarmenn á G!

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Navia og G! festivalurin valt at samstarva um framleiðslu av G! klæðum.

Fyri 10 árum síðan valdi tann tá 22 ára gamli toftadrongurin Óla Kristian á Torkilsheyggi at seta sína egnu tógvaframleiðslu á stovn. Í dag selir hann G! troyggjur, ið hava verið eitt stórt hitt á festivalinum.

- Tað serliga við hesi troyggjuni er, at hon er heimagjørd. Tvær konur á Toftum hava staðið fyri bindingini, og hava tær gjørt allar troyggjurnar, sigur Óla Kristian og skoytir uppí, at tær eisini hava bundið G! hosur og G! turrikløð.

- Tógvið, ið er nýtt, er Uno tógv. Tað er tað fínasta tógvið, sum vit framleiða, og úrslitið er tí, at troyggjan er løtt og bleyt, samstundis sum hon er heit.

Sniðið á troyggjuni hava Óla Kristian og tey á Navia funnið í føroysku útróðrarsøguni.

- Satt at siga er hetta ein tulking av gomlu føroysku stúkuni, ið menn fyrr brúktu sum undirtroyggju, tá teir fóru til útróðrar, sigur Óla Kristian.

Umframt tógv og troyggjur so hevur Óla Kristian valt at royna eina nýggja vøru.

- Nýliga eru vit byrjað at selja egnar framleiddar úlpur. Tað eru vit rættiliga spent uppá, og trúgva vit, at føroyingar fara at taka væl ímóti henni, sigur Óla Kristian at enda.