Pálshøll opin aftur

Pálshøll lat upp aftur fríggjadagin 21. august 2020, eftir at hava verið stongd eina tíð, nú korona hevur herjað.

Orsaka av koronastøðuni, er vælverudepilin og uttandura-hitapottarnir stongdir.

Orsaka av tekniskum trupulleikum við vatngóðsku-stýringini í barnahylinum, er barnahylurin fyribils stongdur. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan og verður lýst nærri, tá komið er á mál við hesum, boðar Pálshøll frá.

Nærri sæst um upplatingartíðir og annað á http://www.palsholl.com/fo/