Rasmus Paludan til 1. maidagshald í Fælledparken í Keypmannahavn (Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

Paludan hevur kostað politinum 41 milliónir krónur

Frá 1. januar til og við 29. apríl í ár hevur danska løgreglan brúkt 41 milliónir krónur í sambandi við tiltøkini hjá Rasmus Paludan, sum hveur fingið øði í fólk við at brenna koranir.

Rasmus Paludan til 1. maidagshald í Fælledparken í Keypmannahavn (Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

Tað kostar løgregluni nógvar pengar at verja leiðarin í nýggja danska flokkinum, Stram Kurs, Rasmus Paludan, sum í vár hevur havt eitt ótal av demonstratiónum í Danmark.

Ein uppgerð hjá Ríkisløgregluni vísir, at útreiðslur í sambandi við tiltøk hansara hava kostað 41 milliónir krónur.

Tað skrivar TV2, sum hevur fingið innlít í uppgerðina.

Útreiðslurnar er fyri tíðarskeiðið 1. januar til 29. apríl í ár. Útreiðslurnar frá ársskiftinum og fram til 7. apríl vóru til samanberingar seks milliónir krónur.

Løgreglan ger tó sambært TV2 vart við, at tað í sambandi við nakrar demonstratiónir hava verið aðrar demonstratiónir, sum hava havt ávirkan á, hvussu nógvar pengar løgreglan hevur brúkt.

Rasmus Paludan hevur havt fleiri mótmælisgongur í vár. Tað hevur ofta snúð seg um, at hann stillar seg upp at kasta við kroanini.

14. apríl skapti tað serligan ruðuleika, tá Rasmus Paludan hevði slíkt mótmæli á Blågårds Plads á Nørrebro.

Frammundan var mótmælisgongan hjá honum avlýst í Mjølnerparkini á Nørrebro vegna hóttanum ímóti honum.

Á mótmælinum á Blågårds Plads royndu mótstøðufólk hjá flokkinum eftir fáum minuttum at leypa á Rasmus Paludan, sum varð eskorteraður burtur.

Upphavsfólk til ófrið fingu sær maskur, hálaðu byggipallar niður, settu eld á bilar, súkklu og bingjur. Tað var eisini skotið við fýrverki og kanónsløgum ímóti løgregluni, og tað varð eisini kastað við ymsum ímóti løgregluni, sum nýtti táragass.

Claus Oxfeldt, formaður í Politiforbundet, er ikki ovfarin av, at løgreglna hevur brúkt 41 milliónir krónur í sambandi við mótmælini hjá Paludan.

– Tað eri eg tíverri ikki, og tað var eisini ´ti, at eg fyrr gjørdi vart við, um her ikki var talan um misnýtslu av talifrælsinum, sigur Claus Oxfeldt við Ritzau.

Hann leggur tó dent á, at hann, eftir at Paludan hevur fingið rætt til at stila upp til fólkatingsvalið, sær øðrvísi upp á tað.

– Eg tosi um fyri og eftir, at Rasmus Paludan fekk rætt at stilla upp. Frá tí løtu, at hann hevur fingið rætt at stilla upp, er tað 100 prosent ein løgregluuppgáva at verja Rasmus Paludan og tey kring Paludan, sigur Oxfeldt.

/ritzau/

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }

Rasmus Paludan til 1. maidagshald í Fælledparken í Keypmannahavn (Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix)