Paludan kann nú stilla upp

Flokkurin Stram Kurs hevur fingið neyðugu undirskriftirnar til at luttaka á fólkatingsvalinum

Rasmus Paludan talar her til eitt mótmælistiltak hjá Stram Kurs í Tårnby á Amager fyrr í vikuni. Mynd: Ritzau Scanpix

Rasmus Paludan talar her til eitt mótmælistiltak hjá Stram Kurs í Tårnby á Amager fyrr í vikuni. Mynd: Ritzau Scanpix

Danskir veljarar fáa mest sannlíkt enn ein valmøguleika, tá fólkatingsval verður ein av komandi vikunum. Flokkurin Stram Kurs hjá umstrídda Rasmus Paludan hevur nú fingið nóg mikið av undirskriftum til at stilla til val.

Fyri at ein nýggjur flokkur skal sleppa á valseðilin er neyðugt við 20.109 undirskriftum. Sambært Danmark Radio hevur flokkurin nú fingið 20.981 undirskriftir. Flokkurin manglar tó enn at boða endiliga frá uppstilling og tá tað hendir skal Innanríkisráðið eftirkanna og góðkenna allar undirskriftirnar.

Tað er serliga aftaná fundin á Blågårds Plads, ið Paludan skipaði fyri og sum endaði í samanbrestum millum løgregluna og borgarar, aftaná at Paludan kastaði við einari koran, at flokkurin hevur upplivað ein vøkstur í talinum av fólkum, ið vilja stuðla teimum at stilla upp. Sambært Danmark Radio hevði flokkurin 1. apríl 5.526 undirskriftir og hevur hann sostatt fingið 15.000 undirskriftir aftrat hendan mánaðin.

Rasmus Paludan stovnaði Stram Kurs í 2017 og er eitt av aðalmálunum hjá flokkinum at banna islam í Danmark og útvísa allar útlendingar, ið ikki eru úr Vesturheiminum. Paludan bleiv í apríl dømdur 14 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri rasismu. Dómurin er kærdur til landsrættin.

Rasmus Paludan talar her til eitt mótmælistiltak hjá Stram Kurs í Tårnby á Amager fyrr í vikuni. Mynd: Ritzau Scanpix